Annika Olsen: Eiga at játta fleiri pengar til tollarar

Tørvur er á 24 tollarum og seks hundum til kanna allar bátar og øll skip, sum koma til Føroya, fyri rúsevni

Tað kom fram í svari til grein 52a fyrispurning frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi, settur Ruth Vang, landsstýriskvinnu í Fíggjarmálum og harundir tollmálum.

 

Annika Olsen heldur, at vit mugu styrkja eftirlitið við rúsevnum. Hon sigur soleiðis í viðmerking, hon hevur sent miðlunum, um málið:

 

– Herfyri setti eg landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum ein skrivligan fyrispurning um rúsevnaeftirlit, og hvat skal til av starvfólkaorku, soleiðis at øll skip og bátar, sum koma til landið verða kannaði. Í sera áhugaverda svarinum stendur, at tørvur er á 24 tollarum og 6 hundum afturat fyri at røkka tí endamálinum. Kostnaðurin pr tollara er mettur at vera 1 mió kr, meðan førleikamenning og hundavenjing kostar áleið 500 tús kr um árið.

 

Lesið eisini: Tørvur er á 24 tollarum afturat

 

Í svarinum framgongur tað, at tað í 2024 komu 1828 skip og bátar til landið og í higartil í 2025 eru 1727 bátar komnir til landið. Harumframt er tørvur á eyka útgerð og styrktum samstarvi m.a:

 

  • Atgongd til framtíðar møguleikar at fylgja skipaferðslu (møguliga radarskipanir)
  • Neyvari og tættari samstarv um útgerð við aðrar eftirlitsmyndugleikar í Føroyum, t.d. um dronur
  • Útbúgving av fleiri eftirlitsfólkum í sambandi við trygd og arbeiði í vandamiklum umhvørvum umborð á skipum og meira útgerð til hettar
  • Dagføring av skannarum

 

##med2##

 

Vit mugu ásanna, at tað skal nógv meira til fyri at steðga innflutninginum av rúsevnum til Føroya, hóast TAKS,  ger tað, tey eru ment, so røkkur starvfólkaorkan langt frá at nøkta tí stóra tørvinum. Tað er sjálvsagt umráðandi, at vit eisini seta inn at hjálpa teimum, ið eru komin í trupulleikar av rúsevnum, men vit mugu so sanniliga eisini stegða tilgongdini av rúsevnum í býarlívinum og aðra staðni, til annars heldur gongdin fram og versnar. Hetta er ein sera álvarslig støða fyri okkara borgarar, og ikki minst okkara ungu í náttarlívinum, og tað má fáa hægri politiska raðfesting, og eitt stað at byrja er á fáa sett pening av til endamálið á fíggjarlógini, sigur Annika Olsen.

 

Lesið eisini: Smugling av rúsevnum: Tørvur er á 24 tollarum afturat

 

Lesið eisini: Fýra mans skulu 32 ár í fongsul fyri at smugla rúsevni

 

 

 

29. august í fjør vórðu fólk úr hesum bátinum handtikin fyri at smugla 22 kg av hassji og 3,8 kilo av amfetamini til Føroya. Í gjár vóru fýra teirra dømd drúgvar fongsulsrevsingar – tilsamans 32 ár – í Eystara Landsrætti