António Guterres er óynsktur í Ísrael

Orsøkin er, at ST-aðalskrivarin ikki er komin við nakrari greiðari fordøming av iranska stórálopinum á Ísrael týskvøldið.

António Guterres, sum hevur verið ST-aðalskrivari síðan 2017, sleppur ikki til Ísraels.

 

Tað sigur uttanríkisráðharri í Ísrael, Israel Katz.

 

Uttanríkisráðharrin sigur, at grundarlagið undir avgerðini er, at ST-aðalskrivarin ikki er komin við nakrari greiðari fordøming av iranska stórálopinum á Ísrael týskvøldið.

 

Boðini úr Ísrael koma samstundis, sum Ísrael er í kríggi móti bæði Hamas í Gazageiranum, Hizbollah í Libanon og nú eisini móti Iran.

 

- Ísrael hevur leingi funnist at ST-skipanini - serliga ST-hjálparfelagsskapinum fyri palestinsk flóttafólk, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.