Tíðindaskriv, Javnaðarflokkurin:
Tað kom fram í tinginum í dag, tá Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, svaraði fyrispurningi frá Jóhannis Joensen, tingmanni fyri Javnaðarflokkin.
Seinastu vikurnar hevur orðaskifti stungið seg upp um møguleikarnar hjá fólki at keypa handkeypsheilivág í nærumhvørvinum. Í dag eru 19 handkeypssølur í økjum, har einki apotek er, og tær hava úrval av handkeypsheilivági, sum er nógv eftirspurdur. Eisini er ein sjálvtøka uttan fyri Tjaldurs Apotek í Havn.
Landsstýriskvinnan gjørdi greitt, at tað er ikki ætlanin at lata aftur handkeypssølur, nú nýtt apotek verður latið upp í Vágum og seinni eisini í Hoyvík.
Í løtuni verður arbeitt við at seta fleiri sjálvtøkur upp, Sjálvtøkurnar verða í fyrstu atløgu settar upp uttanfyri tey fimm apotekini, har handkeypsheilivágur bara kann keypast, tá ið apotekini hava opið. Ein sjálvtøka verður sett upp uttanfyri nýggja apotekið í Vágum, sum verður tikin í nýtslu, tá ið apotekið letur upp.
Í sjálvtøkum hava fólk møguleika at keypa handkeypsheilivág allar tíðir á døgninum alt árið.
Tað var fyrrverandi landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, sum eftir áheitan frá Jóhannis Joensen, tingmanni, tók avgerð um at lata upp nýtt apotek í Vágum. Hetta er ein liður í arbeiðinum at geva øllum føroyingum javnbjóðis atgongd til heilsutænastur.