Apple avdúkar í dag væntandi nýggjar telefonir við vitlíki

Nakrar funkur í komandi iPhone koma ikki til ES fyribils orsakað av lógini um talgilda marknaðin.

Amerikanski tøknirisin Apple fer væntandi at leggja fram eina røð av nýggjum iPhone við serliga vitlíkinum hjá fyritøkuni í dag.

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Telefonirnar verða eftir øllum at døma útgjørdar við sokallaðum Apple Intelligence - eitt slag av vitlíki, sum Apple hevur ment.

Nýggja tøknin varð longu kunngjørd í juni. Apple Intelligence kann nýtast til myndaviðgerð, týðingar og boð, m.a.

Tað er iPhone 16, sum væntandi verður almannakunngjørd í dag.

- iPhone 16 fer at vera ein tann týdningarmesta útgávan.

- Ikki orsakað av tí, sum er uttaná, men orsakað av tí, sum er innií - serliga Apple Intelligence, sigur Dipanjan Chatterjee, sum er tøknigreinari og varastjóri á granskingarfyritøkuni Forrester.

Sjálvt hevur Apple ikki sagt nógv um, hvat væntast kann til tiltakið í dag, sum hevur heitið "Glowtime" og sum fer fram í Kalifornia.

Fleiri av funkunum, sum Apple væntandi fer at kunngera, verða í fyrsta umfari væntandi ikki viðkomandi fyri ES-borgarar.

Lógarpakkin hjá ES um talgildar marknaðir (DMA) setur sostatt nøkur krøv, sum Apple higartil ikki roknar við at kunna lúka.

- Vit trúgva ikki uppá, at vit megna at rulla hesar funkur út til okkara brúkarar í ES í ár, kunngjørdi Apple longu í juni.

Endamálið við DMA er at regulera kappingina millum talgildar pallar og seta eina røð av krøvum til seks stórar tøknifyritøkur - teirra millum Apple.

Millum annað skulu krøvini tryggja, at atgongd er umvegis hesar pallar til talgildar tænastur, har avtalan er gjørd uttan fyri pallin.

Tøknirisarnir mugu heldur ikki taka sínar egnu vørur framum á hesum pallum.

 

/ritzau/