Apríl: Sjúklig køku- og matmentan

- Vit hava eina sjúkliga køkumentan í Føroyum, og eg haldi tað vera ótrúligt, at man ikki kann finna útav at selja ordiligan mat á matstovum, í kantinum og umborð á ferjum. Sumt, sum tú kanst keypa, er ikki egnað sum mannaføði, og tað átti ikki at verið loyvt at selt tað. Tað sigur Magni Mohr, ítróttargranskari.

Hann veit nógv um rørslu og kost. Kanska meiri enn nakar annar her á landi, og hann er eisini eftirspurdur hjá heimsins fremstu fótbóltsfeløgum.

Magni Mohr tosar beint fram og við stórum stavum, tá hann verður spurdur um føroyskar kostvanar.

- Í Føroyum eru nógv ting, ið vit als ikki hugsa um. Kosturin er bara eitt av teimum tingunum. Men vit hava veruliga eina sera vánaliga tilgongd til kostin. Til dømis hava vit eina sjúkliga køkumentan, og vit eta alt ov nógv kjøt. Faktiskt óneyðuga nógv, heldur Magni.

Eisini ungdómurin verður eisini drigin við í teir vánaligu vanarnar.

- Allar ítróttarhallir við virðing fyri sær sjálvari hava eitt kafeteria við góðgæti og junk-food, og tú fært ongan ordiligan mat. Støðan er tann sama, um tú fert út á arbeiðspláss, tí tað eru framvegis nógv, sum hava elendigar kantinur.

Magni Mohr staðfestir, at føroyingar eru aftarlaga á nógvum økjum, og kosturin er avgjørt eitt av økjunum, sum haltar.

- Nú sigli eg ofta til Suðroyar við Smyrli, sum man hevur reypað so nógv um, tí tað skal vera eitt so fantastiskt skip. So haldi eg tað vera ótrúligt, at man ikki kann finna útav at selja ordiligan mat til tey, sum sigla. Tað haldi eg snøgt sagt er imponerandi.


Óegnað til mannaføði

Magni sigur seg hugsa nógv um, hvat hann sjálvur etur. Og serliga hvat børnini eta.

- Eg vil ikki siga, at tað er nakað fanatiskt yvirhøvur. Tað er heldur soleiðis, at vit royna at skapa eina mentan, har tað er nattúrligt at eta rætt og sunt, vísir Magni á.

Hann heldur, at maturin, sum føroysk børn fáa, ofta er sera lágt raðfestur.

- Hyggja vit at matstovunum, so hava tær flestu barnamatskráir. Men tað er fyri tað mesta matur, sum ikki er egnaður sum mannaføði.

- Um tú fert út at eta við familjuni, kanst tú bíleggja bæði góðan og heilsugóðan mat til tín sjálvs, men til børnini kanst tú bíleggja til dømis pitsa við osti og skinku, og tað er skinka, sum hevur sera lágan kvalitet. Ella chips og pylsur. Ella okkurt annað av vánaligari góðsku.

- Tað er undrunarvert, at matstovur yvirhøvur fáa loyvi til at selja sovorði til børn, sigur hann. 


***




Eg varð slept upp á fjall

Andrews var stóra stjørnan í X Factor kappingini hjá Danmarks Radio fyri tveimum árum síðani. Í tíðini eftir sigurin hevði hon nógvar framførslur, og hon gav fløgur út í Danmark, men hon fekk ikki bestu ummælini, og sølan var ikki so stór, sum onkur hevði væntað.

- Eg skilji væl kritikkin frá fólki. X-Factor verður blást upp, og fólk sita nærmast og vænta, at man brillierar aftan á sendingina. Fólk fingu at vita, at eg var so fantastisk og heimsins besti tónleikari. Tað var í øllum førum tann myndin, sum DR teknaði av mær, meðan sendingin koyrdi, sigur Linda Andrews.

- Men eftir sendingina er tað eingin, sum loftar tær. Tín persónur verður blástur upp, meðan sendingin koyrir, men síðani verður man sleptur uppá fjall, sigur hon.


Nógv Facerape

Sonevnt Facerape – tað er tá ið fólk skriva upp á nakkan á øðrum á Facebook – er ein nógv vaksandi trupulleiki, og fólk kunnu koma sera illa fyri av hesum. Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Dátueftirlitinum, staðfestir at tey fáa nógvar áheitanir frá fólki, sum kærir sína neyð, tí tey hava verið fyri Facerape.

- Tað eru nógv dømi um, at farið verður rættiliga langt út um mark og tá er tað altso ikki stuttligt meir. Facerape eigur undir ongum umstøðum at verða góðtikið, tí tað svarar til at skriva eitt bræv til onkran í navninum á einum øðrum, og tað er beinleiðis ólógligt, sigur hon.



Skjótari grindadráp

Ætlanin er, at hereftir skal tað bert vera mønustingarin, sum skal brúkast at avlíva hval við, tá ið grindadráp er. Hetta fer at gera drápið skjótari.

- Tað er eisini ætlanin, at hereftir skal tað ikki vera hvør einstaku grindamaður sær, sum orgnar sær ein mønustingara. Vit ætlað, at hereftir skulu tað verða hvalvágirnar sjálvar, ella sýslumenninir, sum hava eitt ávíst tal av mønustingarum, sigur Ólavur Sjúrðaberg, formaður í Grindamannafelagnum.

Formaðurin í Grindamannafelagnum leggur tó dent á, at tað framvegis verður brúk fyri góða gamla grindaknívinum. 



***


Eg havi ikki sæð eina sannførandi ætlan fyri virksemið, sum ger tað sannlíkt, at Saltsiloin á Drelnesi verður annað enn tómleikans tempul – mentanarliga sæð.

Mikkjal Helmsdal 



Um vit øll gera tað, sum vit brenna fyri, so vil heimurin doyggja í flammum.

Petur Pólson, tónleikari