Arbeiða svartkalva, kongafisk og upsa á Tvøroyri

Mánadagin komandi landar línubáturin, Hoyvíkingur, á Tvøroyri.

Fiskivinna

Djúpvatnstrolarin, Rankin, garnabáturin, Ólavur Hvíti og snellubáturin, Brattanes, hava landað á Tvøroyri í vikuni.
Rankin hevði góðar 1500 kassar ella eini 150.000 pund av kongafiski, upsa og svartkalva. Fleiri keyparar vóru til lastina, men ein partur av veiðini endaði á gólvinum hjá Fiskavirking áTvøroyri.
Ólavur Hvíti , sum landaði hósdagin, hevði eini 40.000 pund av svartkalva. Umframt Fiskavirking á Tvøroyri, keypti Fiskasølan eisini ein part av veiðini hjá garnaskipinum.


Góður túrur á
Føroya Banka

Útróðrarbáturin, Brattanes, sum roynir við snellu, hevur eisini landað á Tvøroyri í vikuni. Teir vóru á Føroya Banka og høvdu nógvan og góðan tosk og nakað av upsa.
Á Tvøroyri siga tey, at veiðan hjá Brattanesi vá umleið 100.000 pund tilsamans. Fiskavirkið, Delta, keypti toskin, og Fiskavirking á Tvøroyri keypti upsan.
Tá ið vit frættu av Tvøroyri fríggjadagin, arbeiddu tey svartkalva á virkinum hjá Føroya Fiskavirking.
Línubáturin, Hoyvíkingur, landar ætlandi á Tvøroyri mánadagin.