Arbeiðið upp á rampu á Syðradali ávirkar bilflutning av akførum

Læsingin av rampuni á Syðradali í Kalsoynni er útsett til týsdagin 10. juni. Læsingin, ið verður gjørd í samband við, at nýggj og størri rampa skal setast í, kemur at vara umleið átta vikur.

Flutningur av ferðafólki til gongu verður rímiliga ótarnaður hetta tíðarskeiðið, ímeðan flutningur av akførum verður meiri avbjóðaður orsakað av flóð og fjøru.

Avgerð er tí tikin um at strika akfars-bíleggingar, ið eru galdandi frá 10. juni og átta vikur fram.

 

Tey, ið hava bílagt sær pláss til akfar, fáa boð um hetta og fáa keypspeningin aftur.

Flutningurin av akførum verður hetta tíðarskeiðið ístaðin skipaður uttan bílegging. Møguligar broytingar á farleiðini síggjast á heimasíðuni og sms-skipanini.

– Strandferðslan skipar fyri nøktandi bussflutningi í Kalsoynni, ímeðan arbeitt verður við nýggju rampuni, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.