Arbeiðið við Stangavegin tikið uppaftur

Sagt verður, at meðan arbeiðið verður framt, verður ferðslan skipað einvegis suður eftir - í ovaru síðu á vegnum. 

 

- Nú verkfallið er av, verður arbeiðið at nútímansgera Stangavegin í Klaksvík tikið uppaftur.

 

Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag. Hetta merkir, siga tey, at ferðsluforðingarnar eisini eru settar uppaftur.

 

Arbeiðið, sum byrjaði fyrst í mai, hevur nú ligið stilt í eina tíð í samband við verkfallið, sum varð avblást í gjár.

 

Í Klaksvík siga tey, at Stangavegurin verður reguleraður, vegristir skulu staðsetast, tekniskar leiðingar og kantar skulu leggjast. 

 

- At enda skulu vegbreytin og gongubreytin asfalterast. 

 

Sagt verður, at meðan arbeiðið verður framt, verður ferðslan skipað einvegis suður eftir - í ovaru síðu á vegnum. 

 

- Ferðslan norður eftir verður beind til Heygaveg/ Garðaveg, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.