Arbeiðsloysið var eitt prosent í apríl

Tað er 0,3 prosentstig hægri enn sama mánað í fjør, tá tað var 0,7 prosent.

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

 

Arbeiðsloysið var eitt prosent í apríl, sum svaraði til 310 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,7 prosent við 229 fulltíðararbeiðsleysum.

 

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Tað vóru 359 persónar rakt av arbeiðsloysi í apríl, sum eru 92 fleiri enn í apríl í fjør.

 

##med2##

Minni arbeiðsloysi millum kvinnur

 

Í apríl vóru 180 fulltíðararbeiðsleysir menn, ið svarar til 1,1 prosent. Hetta er 0,4 prosentstig hægri enn í sama mánað í fjør. Hjá kvinnum var arbeiðsloysið 0,9 prosent ella 130 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur. Tað er 0,1 prosentstig hægri samanborið við apríl í fjør.

 

##med3##

Arbeiðsloysið størst í Suðuroynni 

 

Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í apríl var arbeiðsloysið størst í Suðuroynni, har tað var 3,1 prosent. Hetta er 1,8 prosentstig hægri samanborið við sama mánað í fjør. Í Norðoya øki og Sandoyar øki var arbeiðsloysið minst við 0,4 prosentum. 

 

##med4##

 

Størst arbeiðsloysi millum tey 25 til 34 ára gomlu

 

Av teimum 25 til 34 ára gomlu vóru 1,4 prosent arbeiðsleys í apríl. Minsta arbeiðsloysið var millum tey 55 til 66 ára gomlu við 0,7 prosentum.   

 

##med5##

 

8,5 prosent eru langtíðararbeiðsleys

 

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Í apríl vóru 31 persónar ella 8,6 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Tað er 1,1 prosentstig lægri samanborið við í fjør, men talið av persónum vaksið við fimm. Størsti bólkurin av arbeiðsleysum hava í longri tíð verið tey, sum hava verið arbeiðsleys millum 30 til 89 dagar. Aprílmánaður var einki undantak. 

 

##med6##

 

Arbeiðsloysi sum hugtak

 

Arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya og hjá hagstovum í londum kring heimin fylgir allýsingum um arbeiðsloysi hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. 

Eftir allýsingini eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.

 

Í mánaðarligu arbeiðsloysisuppgerðini hjá Hagtovu Føroya eru arbeiðsleys tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum og lúka allýsingina omanfyri.