Føroyar hava eina stóra favorittstøðu móti San Marino

Her eru oddsini upp á dystin San Marino-Føroyar

Seinnapartin klokkan 14 spælir føroyska fótbóltslandsliðið venjingardyst móti San Marino í Serravalle.

 

Hetta er fyrstu ferð síðani 1995, at Føroyar spæla dyst móti San Marino í A-landsliðshøpi. Í 1995 vunnu vit í tveimum EM-undankappingardystum 3-0 á Svangaskarði, og 3-1 niðri í San Marino. Í útidystinum skoraði Todi Jónsson eitt minniligt hattrick. 

 

KVF vísir dystin. Sendingin byrjar klokkan 13.50.

 

Føroyar hava eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til San Marino liggja millum 12,00 og 20,00.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 5,00 og 7,08.

 

Oddsini upp á útisigur til Føroyar liggja millum 1,17 og 1,23.

 

So okkara menn hava eina sjáldsama stóra favorittstøðu í einum dysti á útivølli.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##