Tailand hevur gjørt avtalu við Iran um at loyva tailendskum oljutangaskipum at sleppa trygt gjøgnum Hormuzsundið.
Tað segði forsætisráðharrin í Tailandi, Anutin Charnvirakul, á tíðindafundi í dag, skrivar tíðindastovan AFP.
– Avtala er gjørd um at loyva teilendskum oljutangaskipum at sigla trygt gjøgnum Hormuzsundið, sigur forsætisráðharrin.
Anutin Charnvirakul leggur afturat, at tað fer at minka um stúranina fyri innflutningi av brennievni.
Men enn eru ongar fráboðanir um nærri smálutir um avtaluna - til dømis nær hon kemur í gildi ella hvussu nógv teilendsk skip hon verður galdandi fyri.
Sambært tíðindastovuni Reuters segði forsætisráðharrin eisini, at Thailand í løtuni hevur oljugoymslur í 100 dagar.
Hormuzsundið er avgerandi fyri at flyta olju og gass úr fleiri londum kring Persaflógvan til restina av heiminum.
Kollveltingarverjan í Iran hevur havt tamarhald á Hormuzsundinum undir krígnum, sum byrjaði fyri fýra vikum síðani - 28. februar - við ísraelskum og amerikanskum álopum á Iran.
Skipaferðslan er í stóran mun steðgað orsakað av vandanum fyri álopum. Hetta hevur gjørt, at orkuprísirnir kring heimin eru hækkaðir nógv.
Mikudagin skrivaði Reuters, at eitt tailendskt oljutangaskip var farið trygt gjøgnum Hormuzsundið sum úrslit av tí, sum varð lýst sum diplomatisk samskipan millum Tailand og Iran.
Skipið skuldi heldur ikki gjalda fyri at koma ígjøgnum stongsilin, stendur í fráboðanini.
– Eg bað um, at um tailendsk skip skuldu fara ígjøgnum sundið, kundu tey hjálpa til við at tryggja eina trygga farleið, sigur uttanríkisráðharrin í Tailandi, Sihasak Phuangketkeow, sambært Reuters.
– Teir svaraðu, at teir fóru at taka sær av tí og bóðu okkum upplýsa nøvnini á teimum skipum, sum skuldu fara ígjøgnum.
Tailendska oljutangaskipið fór ígjøgnum tvær vikur eftir, at skipið við teilendskum flaggi "Mayuree Naree" varð rakt av rakett í Hormuzsundinum, og tað elvdi til eld umborð og noyddi manningina at fara av skipinum.
Iran hevur sagt við ST-trygdarráðið og altjóða sjóvinnufelagsskapin, IMO, at "ikki-fíggindalig" skip kunnu fara ígjøgnum Hormuzsundið, um tey samskipa við iranskar myndugleikar, sambært Reuters.
/Ritzau/











