Tað var á Klaksvíksvegnum í Klaksvík, at tey vóru í ferð við at loysa eina brandtrappu, tá ein maður datt. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at fallið var fýra metrar.
Óhappið hendi, tá maðurin var í ferð við at loysa trappuna.
Sambært vaktleiðaranum kom maðurin skjótt til sín sjálvs aftur, hóast hann sló seg nakað illa.
– Vit vita ikki, hvussu støðan er, men sum vit hava skilt er hon ikki kritisk.
Arbeiðseftirlitið er kunnað um hendingina, sigur vaktleiðarin.