Um hálvgumtveytíðina seinnapartin í gjár fekk løgreglan fráboðanir um, at sera hált var at koyra á vegastrekkinum millum Søldarfjørð og Gøtueiði. Skjótt varð staðfest, at olja var á vegnum.
– Fleiri bilførarar ringdu á støðina og søgdu, at teir føldu, at bilurin ikki hevði nóg gott vegtak, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Landsverk varð boðsent, og tey kundu skjótt staðfesta, at talan var um oljudálking.
Farið varð alt fyri eitt at vaska vegi, og til ta uppgávuna varð sløkkiliðið boðsent.
Tað tók nakrar tímar at reinsa vegin, og tí var ferðslan órógvað, tá fólk fóru heim frá arbeiðið seinni seinnapartin í gjár.
Enn hevur løgreglan ikki staðfest orsøkina til oljudálkingina.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##