Arbeiðsskúrur tikin burtur

Arbeiðsskúrurin við Báruna í Vági er nú tikin niður. Arbeiðið varð framt í síðstu viku av arbeiðsmonnum hjá Vágs kommunu, og eftir stendur bert platturin, sum verður brekkaður í hesi vikuni, skrivar vagur.fo.

 

Niðurtøkan er partur av arbeiðinum at fríðka um økið. Við hesum verður økið við parkina enn fríðari fyri bæði borgarar og vitjandi, sum nú kunnu njóta eitt meira innbjóðandi fríøki.

 

Talan er um økið, ið er har, ið stóra nýggjársbálið eisini er.

 

##med2##