Archibald Black í Galerie Focus

Fríggjadagin 27. mars klokkan 16 letur ein framsýning við verkum hjá Archibald Black upp í Galerie Focus í Havn

 

Jethro Tull, Paul Rodgers og Straight Ahead eru tónabornir felagsnevnarar, tá hugsað verður um listarmannin Archibald Biskupsstøð Black, ið er føddur 30. januar 1956, búsitandi í Klaksvík, og útbúgvin bygningssnikkari og autodidaktur listarmálari.

 

Heilt síðani á tannáringaárum hevur Archi, sum hann verður nevndur millum vinir, verið sera hugtikin av sangaranum Paul Rodgers og rockbólkinum Jethro Tull, hvørs legendariska leiðara ? Ian Anderson, hann eisini hevur hitt, eins og annar av rockímyndum frá sjeytiárana ? Ken Hensley, hevur verið á gátt í atelierinum. Harumframt hevur hann spælt við í navnframa rockbólkinum Straight Ahead, har hann eisini myndprýddi húsan á legendarisku Veðraplátuni, ið var teirra krúna á verki, og sum kom út fyri góðum 30 árum síðani ? í 1978.

 

Eisini er hann bóndi á Myrkjanoyri ? á sama garði, sum Nólsoyar Páll festi 9. apríl 1806, eins og hann hevur teknað og bygt hugnaligu smáttuna Dreymsólju í 320 metrar hædd í haganum norðanfyri Myrkjanoyrafjall.

 

Archi hevur málað heilt síðani á ungum árum, eins og hann, síðani 1994, hevur undirvíst í málningalist í Kvøldskúlanum í Klaksvík.

 

Í málningum sínum lýsir Archi eitt nú, á ein ofta hugtakandi og huldusligan hátt, føroysku náttúruna, eins og hann við sínum sermerktu portrettum, har myndaevni ofta eru eldri menn, og har hvør andlitsfura sigur sína søgu um eitt langt og hendingarríkt lív.

 

Á framsýningini í Galerie Focus verður temaevnið myndir frá Dreymsóljuni, altso, myndir málaðar í umhvørvinum við hugnaligu fjallasmáttuna, har avbjóðingarnar serliga eru sníkjandi mjørkin og sermerkta ljósið.

(Gunnar Nolsøe mars 2009)

 

Undir ferniseringini syngur Hanus G. Johansen.

 

Framsýningin verður opin til 8. apríl, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.