Sæð í søguligum perspektivi var tað als ikki óvæntað, at Argentina vann 2-1 á Onglandi í HM-hálvfinaluni á Mercedes Benz leikvøllinum í Atlanta.
Argentina hevur nevnliga ongantíð tapt eina HM-hálvfinalu.
Í fyrsta HM-endaspælinum í 1930 í Uruguay vann Argentina 6-1 á USA í hálvfinaluni. Í 1986 vann Argentina í hálvfinaluni 2-0 á Belgia í HM-endaspælinum í Meksiko. Í 1990 vann Argentina í hálvfinaluni 4-3 á vertstjóðini, Italia aftaná brotssparkskapping. Í 2014 vann Argentina í hálvfinaluni 4-2 á Niðurlondum aftaná brotssparkskapping í HM-endaspælinum í Brasil. Í 2022 vann Argentina í hálvfinaluni 3-0 á Kroatia í HM-endaspælinum í Katar. Og hesaferð vann Argentina 2-1 á Onglandi í hálvfinaluni.
Í 1978 vann Argentina sín millumbólk og vann seg tí í finaluna. Í HM-endaspølunum í 1974 og 1978 vóru ongar hálvfinalur. Tær hava tó verið fastur táttur í HM-endaspølum síðani 1982.
Hetta er sjeyndu ferð Argentina er í HM-finaluni. Teir vunnu í 1978, 1986 og 2022, men taptu finalurnar í 1930, 1990 og 2014.
Hetta er onnur HM-finalan hjá Spania. Spania vann í HM-finaluni í 2010 1-0 á Niðurlondum.











