Tað upplýsir danska veðurstovan DMI.
Ísfjallið hevur longu rikið meira enn 1.200 kilometrar. Tað er umleið 5,7 kilometrar langt, fýra kilometrar breitt og stingur millum 10 og 25 metrar upp úr sjónum.
Sambært DMI er talan um eitt sonevnt borðísfjall við flatari toppi og brøttum ísveggjum. So stór ísfjøll síggjast bert annaðhvørt ella triðjahvørt ár.
– Tað er stórur møguleiki fyri, at tað kemur allan vegin til Suðurgrønlands og Kap Farvel, har nógv skipaferðsla er, sigur Jens Jakobsen, sum arbeiðir við ískortlegging hjá DMI.
Væntandi kemur ísfjallið til økið innan tvær til tríggjar vikur.
DMI fylgir tí væl við ferðini hjá ísfjallinum, serliga tí tað seinni kann brotna sundur í nógv smærri ísstykki. Hesi kunnu vera upp í fimm metrar long og vera trupul at síggja í mjørka, ringum sýni og stórum aldugangi.
– Jøkulísurin er sera harður og kompaktur, nærum sum ein flótandi betongkloddi, sigur Jens Jakobsen.
Ísfjallið brotnaði fyri nøkrum árum síðani frá Nioghalvfemsfjorden-jøklinum.











