Lionel Messi legði upp til bæði argentinsku málini, tá Argentina vendi 0-1 til 2-1 í hálvfinaluni móti Onglandi og tryggjaði sær pláss í HM-finaluni. Mynd: Thomas Coex/Ritzau Scanpix.

Argentina vendi dystinum og er í HM-finaluni

Verjandi heimsmeistarin Argentina er klárur til HM-finaluna í mansfótbólti eftir ein dramatiskan 2-1 sigur á Onglandi í hálvfinaluni.

Lionel Messi legði upp til bæði argentinsku málini, tá Argentina vendi 0-1 til 2-1 í hálvfinaluni móti Onglandi og tryggjaði sær pláss í HM-finaluni. Mynd: Thomas Coex/Ritzau Scanpix.

Ongland legði seg á odda tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, tá Anthony Gordon skoraði eftir upplegg frá Morgan Rogers.

 

Men argentinararnir góvust ikki. Eftir 85 minuttir javnaði Enzo Fernández við einum langskoti, og í yvirtíðini stútaði innskifti Lautaro Martínez sigursmálið eftir upplegg frá Lionel Messi.

 

Messi átti uppleggið til bæði málini og hevði ein avgerandi leiklut í at venda dystinum.

 

Við sigrinum er Argentina í HM-finaluni fyri aðru ferð á rað. Har bíðar Spania, sum fyrr hevði tryggjað sær finaluplássið.

 

Ongland hevði annars góða støðu eftir leiðslumálið, men dró seg ov langt aftur á vøllin og megnaði ikki at svara aftur, tá Argentina setti trýst á móti endanum.

 

Fyri Ongland merkir tapið, at liðið framvegis má hyggja heilt aftur til 1966 fyri at finna seinastu ferðina, tað spældi HM-finalu.

 

Ongland-Argentina

1-0 Anthony Gordon ('55 )

1-1 Enzo Fernandez ('85 )

1-2 Lautaro Martinez ('90+ )

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá HM-hálvfinaluni.

 

Lionel Messi legði upp til bæði argentinsku málini, tá Argentina vendi 0-1 til 2-1 í hálvfinaluni móti Onglandi og tryggjaði sær pláss í HM-finaluni. Mynd: Thomas Coex/Ritzau Scanpix.