Stjarnan hevur eina lítla favorittstøðu móti Víkingi

Her eru oddsini upp á dystin Víkingur-Stjarnan

Mynd: Stjarnan

Í kvøld klokkan 18 verður seinni dysturin í fyrsta undanumfarinum í Conference League millum Víking og íslendska liðið, Stjarnan leiktur á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum frá klokkan 17.55.

 

Stjarnan vann fyrra dystin í Garðabær 3-1, og hevur tí ein góðan fyrimun undan dystinum í kvøld. 

 

Oddsini altjóða veddingarfyritøkur lata upp á dystin eru rættiliga jøvn. Tó hella veddingarfyritøkurnar til ein íslendskan sigur.

 

(Oddsini eru galdandi fyri vanliga leiktíð)

 

Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 2,68 og 3,00.

 

Oddsini upp á javnleik - sum sendir íslendska liðið víðari í kappingini - liggja millum 3,40 og 4,00.

 

Oddsini upp á útisigur til íslendska liðið liggja millum 1,95 og 2,22.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Mynd: Stjarnan