Tað gongur væl hjá føroyska málverjanum, Ara í Haraldsstovu Petersen og liðfeløgum hansara í ÍBV í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Í dag tók ÍBV móti Vali á Hásteinnsvøllinum í Heimey. ÍBV vann dystin 1-0. Alex Freyr Hilmarsson skoraði sigursmálið í 58. minutti.
ÍBV hevði væl fleiri málmøguleikar enn Valur, og tí var talan um ein uppibornan sigur. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Valur ein leikara vístan av vøllinum, og tað gjørdi ikki fyritreytirnar hjá ÍBV verri.
ÍBV hevur fýra sigrar og tveir javnleikir í seks teimum seinastu dystunum. Teir eru nummar sjey í deildini við 15 stigum. Bert málmunurin skilir ÍBV frá sætta plássinum, ið gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl.










