Tað endaði við 1-0 heimasigri, tá ið Skála ÍF í góðveðrinum í kvøld undir Mýruhjalla hevði vitjan av B68.
Dagsskráin var púra greið, tí Skála var niðast á støðutalvuni, og B68 var næstniðast.
Tepri sigurin ber við sær, at Skála ÍF flytur av aftast og fram á áttanda pláss. Skála ÍF hevur 14 stig, og undir strikuni eru B68 við 12 stigum og 07 Vestur við 13 stigum. Síðsti dystur í hesum umfarinum verður seinnapartin í morgin, tá ið 07 Vestur fær vitjan av HB.
Tá ið skálamenn mánakvøldið vóru í Gundadali og taptu 4-1, var Markus Isaksen millum teir fyrstu ellivu á liðnum hjá Skála. Hann hevur annars verið nógv skaðadarvaður, men tað var hann, sum minkaði um munin til 2-1, áðrenn hann seks minuttir undan leikloki varð skiftur út. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at Markus var málskjútti hjá Skála.
Tí var hann sjálvandi vónbrotin, tá ið hann í dag ikki var millum teir fyrstu ellivu. Men kortini átti Markus Isaksen avgerandi leiklut í 1-0 sigrinum.
Sum tíðin leið, kendu toftamenn seg noyddar at leggja meiri fyri í álopspartinum í roynd at vinna dystin. Og miðskeiðis í seinna hálvleiki bar hetta avgerandi støðu við sær fyri dystargongdina og úrslitið.
Markus Isaksen, sum eftir ein tíma varð skiftur inn á heimaliðið, varð spældur leysur við langari sending, og av miðstrikuni kapprann hann við B68 verjuspælaran Aron Reinert Hansen. Ein metur frá brotsteigarmarkinum fór skálaspælarin um koll, og dómarin bríkslaði fyri frísparki og vísti B68 verjuspælaranum reyða kortið.
So vóru tað 11 skálamenn ímóti 10 toftamonnum, og sum tíðin leið gekk tað mesta fyri seg á hálvuni hjá gestunum.
Toftamenn stríddust fyri lívinum, og Tórður Thomsen var brandur millum stólparnar, og sum tíðin gekk, kendist møguleikin fyri málleysan javnleiki at vera alt meiri sannlíkur.
Simon Jørgensen, toppskjúttin í deildini, royndi fleiri ferðir at sneiða seg leysan ímóti málinum, uttan at tað eydnaðist, men tríggjar minuttir undan leikloki streyk hann til baklinjuna í vinstru, og tá ið Tórður Thomsen hálvbjargaði eftir innleggið, var Markus Isaksen fyrstur á og sendi returbóltin í kassan.
Stórur fagnaður í heimaleguni og stórt vónbrot í toftaleguni. Undan tveimum teimum seinastu dystunum fyri summarsteðgin varð vónað, at tað fór at eydnast at vinna í hvussu so er fýra stig á heimavølli ímóti AB og á útivølli ímóti Skála. Annars fór kreppan at vera fullkomin. Fasittið er 0-1 ímóti AB og 0-1 ímóti Skála.
Næsti dystur hjá B68 verður 2. august, tá ið 07 Vestur verður gestur á Svangaskarði. So fæst at síggja, um tað tá framvegis verður Alex Jovevic, sum fer at hava ábyrgdina av B68 liðnum.










