Árið 2015 hevur verið ókey

- Tað hava verið góðar løtur, og tað hava verið minni góðar løtur í árinum, sigur Egil Olsen, vinnulívsmaður.

Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk?

 

- Eg haldi nýggjár sum tey allar flestu. Eti onkran góðan bita saman við teimum nærmastu. Lurti og hyggi eftir miðlunum. Seinni fer man at hyggja eftir lokalu bálunum og fýrverkarínum. Eftir midnátt ein túr í býin at heilsa upp á vinir og kenningar.

 

Tað sigur Egil Olsen, sum er kendur úr føroyskum vinnulívi. Hann vísir á, at hann keypir ikki fýrverk longur, men hyggur eftir, meðan onnur senda og skjóta.

 

Hvussu var 2015 fyri teg?

 

- Árið 2015 hevur verið ókey. Tað hava verið góðar løtur, og tað hava verið minni góðar løtur í árinum. Tað er nú soleiðis, lívið einaferð er, og í so máta var 2015 ikki øðrvísi enn onnur ár.


 

Hvat var besta upplivingin hjá tær í 2015?

 

- Tann størsta persónliga hendingin/upplivingin fyri meg í 2015, var at vera saman við mínum trimum deiligu børnum á jólum. Hetta er ikki ein sjálvfylgja, tí tey búgva øll uttanlands. Lív í Keypmannahavn, Vár í Buenos Aires og Meinhard í Aalborg.

 

Egil Olsen fegnast um avgerðina at fara undir surimiframleiðslu á Tvøroyri, og á hinari síðuni heldur hann ikki, at tær keðiligu upplivingarnar í 2015 hava uppiborið at fáa nakra umtalu. 


 

- Eg geri mítt besta, og tá árið 2016 er liðið, vóni eg at hava gjørt okkurt, sum gjørdi mun fyri onkran, sigur Egil Olsen.