Tað eru arkitektarnir Mayfinn Norðoy og Robert Thomassen, sum saman við designaranum Jógvan Biskupstøð, ið sýna fram.
Hesir tríggir vísa fram sínar endaligu verkætlanir frá ávíkavist Kunstakademiets Arkitektskúla í Keypmannahavn og Danmark Designskole í Keypmannahavn.
Mayfinn hevur arbeitt við Tjóðarsavni á Boðanesi, meðan Robert hevur arbeitt við býarbygging í Tórshavn og Jógvan hevur samstundis arbeitt við einum modernaðum knívi í einum traditionellum samfelagi.
Framsýningin er opin frá leygardegnum 5. oktober til fríggjadagin 11. oktober.