Myndir: Árligu nýggjársparolurnar hjá Føroya Politi

Í farnu viku varð skipað fyri árligu nýggjársparolunum hjá Føroya Politi á politistøðunum í Havn, í Klaksvík og á Tvøroyri.

Til parolurnar bar Michael Boolsen, fúti, fram eina aftur- og framlítandi nýggjársrøðu og umrøddi eisini rák, sum eyðkenna kriminalitetsmyndina í Føroyum í dag. At enda vórðu heiðurstekin handað fyri góða og drúgva tænastu hjá Føroya Politi. Tiltakið varð hildið í Havn 13. januar, í Klaksvík 15. januar, og á Tvøroyri 16. januar.

 

 

 

Heiðurstekin handað fyri 2025

 

  • Hans Ludvig Djurhuus - 50 ára tænasta – gull eikibløð til heiðursteknið
  • Mariann Reinert - 25 ára tænasta – heiðurstekin
  • Hans Flóvin Hammer - 25 ára tænasta – heiðurstekin
  • Ulrik Kjærgaard Ravn Andersen - 25 ára tænasta – heiðurstekin
  • Marita Arnleyg Poulsen - 25 ára tænasta - heiðurstekin 

 

Niðast í greinini á politi.fo eru brot úr røðuni hja fútanum, og hetta kann lesast á politi.fo.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Hans Flóvin Hammer, Mariann Reinert og Ulrik Kjærgaard Ravn Andersen

Hans Ludvig Djurhuus og Michael Boolsen

Marita Arnleyg Poulsen og Michael Boolsen