Í dag hevur kenda sangkvinnan og sangskrivarin Dolly Parton 80 ár.
Hon gevur samstundis út tónleik. Hesaferð ein endurinnspæling av sangi frá 1977, Light of Clear Blue Morning.
Á hesi nýggju útgávuni av sanginum hevur hon aðrar sangarar við sær: Lainey Wilson, Queen Latifah, Reba McEntire og so Miley Cyrus. Dolly er gumma Miley Cyrus.
Tað hevur ljóðað, at Dolly Parton hevur havt heilsutrupulleikar. Men á sosialum miðlum hevur hon sagt, at hon hevur tað gott, og skemtandi hevur hon lagt afturat: “I ain’t dead yet!”
Dolly Parton & Kenny Rogers - Islands In The Stream (Official 4K Video)











