Armóð reiðarafelagsins

Vit hava í dag ein heimaflota sum er samansettur av ymiskum bólkum, t.d. trolarum, línubátum, garnabátum og øðrum. Hesin flotin er ein blanding av gomlum óhóskandi skipum, til góð nýtímans skip. Hesi skip hava flest øll maskinorku, sum er best egna til veiðuhátt teirra.

Manninganar á hesum skipum hava ymisk býtisprocent, alt eftir hvør veiðuhátturin er. Men nøkur ting eru felags: Landing, vørugjald, ísur, kassaleiða, sum fer av óbýttarið sølu, t.v.s. manninganar gjaldað av hesum. Harnæst kemur proviantur, sum bert er tað tú etur. Men orðið proviantur verður vanligt nýtt av reiðarum, sum sápa, wc pappír og útgerð til gallu ( køk), sum manningin eisini skal gjaldað fyri, hóast tað ikki er teirra skylda.
Tá eitt skip landar og endar túr, t.d. kl. 07.00 á morgnið og byrjar nýggjan túr kl. 20.00 á kvøldið, skal manningin gjaldað proviant tvær ferðir sama døgn. Hetta er galdandi fyri øll skip, sum fiska undir Føroyum. Hesi gera ímillum 20 – 40 túrar um árið. ( Manning x túrar = pening til reiðaran).
Fiskiloyvini sum vit kenna tey í dag, vóru útvega ókeypis frá landinum. Men sum flest okkara hava sæð, hava nakrir reiðarar nýtt hesi loyvir sum handilsvøru sínamillum, við vinningið ájavnt vápna og narkohandlið. Samstundis hava hesir somu klaga yvir, hvussu kostaðarmikið tað er, at dríva fiskivinnu undir Føroyum.
Síðani fiskidagaskipanin bleiv veruleikið og til í dag, hevur reiðarafelagið gramt seg um tær útreiðslur teir hava, men teir hava sjálvir skapt hesar, við sølu og keypi av fiskiloyvum og skipum, sum als ikki hava tað virði sum selt og keypt verður fyri. Hyggja vit eftir flotanum í dag, síggja vit at flestu skip skylda pening upp um skortsteinin. Grundin er ikki útreiðslur til nýtímans tøkni, men heldur spekulatión millum reiðarar-bankar og ikki minst politikkarar, sum ikki vilja tippa tey hol sum eru í lógum okkara.
Tað er í dag fleiri reiðarar, sum klára seg væl og hava ikki áhuga í verkbannið, bara fyri at forvinnað meira. Men hava eina vinnu sum er góð og effektiv og gevur til allar partar, men vit hava eisini aðrar, sum bert hugsa um seg sjálvar og vilja hava onnur at gjaldað.
Fleiri skip eru 20 – 40 ára gomul. Hesi hava fiska fyri hundratals milliónir hvørt. Nýtímans gerð av somu er minimal, men tey skylda næstan líka nógv nú, sum tá tey vóru keypt. Alt hevur ikki bert verði útreiðslur.
Hvar er peningurin nú, um hann ikki er í reiðarínum? Tit hava ikki sett á stovn t.d. trygdargrunn – oljugrunn- hjálpargrunn, ella nakað, sum kann standa í móti við í verri tíðum, sum altíð koma og fara innan veiðuflotan.
Nú formaðurin í reiðarafelagnum gremur seg um oljuúreiðslurnar, kundi eg hugsa mær at vita, um tit veruliga gjalda dagsprísin, og ikki hava fingi ein vissan avsláttur frá oljufeløgunum. Grundin fyri hesum, er at eitt miðal skip (ein partrolari) brúkar ca. 200 ferðir meir í olju, enn eitt vanligt húsarhald hvørt ár.
Nei, tit í reiðarafelagnum. Gjaldið sjálvir tykkara útreiðslur. Kunnu tit ikki tað, so selji skip tykkara og lat onnur fáa fiskiloyvir tykkara. Hesi vóru útluta ókeypis, manningafeløgini skulu ikki gjalda fyri tykkara spekulatión og kleyvarskap.