Torbjørn Jacobsen, sum er landskendur frá landspolitikki, stillaði fyri fyrstu ferð upp á kommuvalinum í Runavíkar kommunu, og hann fekk eitt sera gott val við 181 persónligum atkvøðum.
Brandur Jacobsen stillaði upp á valinum í Eystur kommunu, og honum gekst eisini sera væl, tí hann varð valdur við 93 atkvøðum.
Tað var tí ein errin mamma, sum Sosialurin hitti á Glyvrum í gjárkvøldið.
– Torbjørn kann verða eitt sindur buldraligur við hvørt, men eg stuðli honum í øllum tí, hann fæst við, og tað er spennandi at fáa hann í býráðið í Runavík, tí tað hendir altíð nakað, har hann er, segði Arnbjørg.
– Brandur er eitt sindur friðarligari enn Torbjørn, men hann er eisini arbeiðssamur og dugnaligur, og hann fer uttan iva at klára seg væl í Eysturkommunu.
Torbjørn og Brandur arbeiða báðir í Runavík, og teir eru javnan til døgurða hjá mammuni. Teimum dámar væl at fáa føroyskan mat – ikki minst blóðpylsu og mjólk.
– Eg ivist ikki í, at vit fara at fáa onkur góð prát um politikk, og hvør veit, um vit ikki eisini fara at kjakast um eina kommunusamanlegging millum Eysturkommunu og Runavíkar kommunu, nú eg havi ein son í hvørjari legu, segði Arnbjørg.