Rithøvundafelag Føroya hevur havt aðalfund. Formaðurin seinasta árið, Heðin M. Klein, stillaði ikki upp aftur. Í hansara stað varð valdur Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð. Zakarias Wang varð afturvaldur í nevndina, Lydia Didriksen varð afturvald til 1. tiltakslim og Guðrun Gaard var vald til 2. tiltakslim. Hini trý í nevndini eru Carl Jóhan Jensen, Vida Akselsdóttir Højgaard og Marjun Syderbø Kjelnæs Nevndin skipaði seg á fyrsta nevndarfundinum eftir aðalfundin við Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð sum formanni, Carl Jóhan Jensen sum næstformanni, Vidu Akselsdóttir Højgaard sum skrivara, Zakariasi Wang sum kassameistara og Marjun Syderbø Kjelnæs sum nevndarlimi. Av tí at Marjun í løtuni býr í Danmark, hevur Lydia Didriksen tikið sæti í nevndini fyri hana.
Fráfarandi formaðurin Heðin M. Klein hevur verið nevndarlimur í Rithøvundafelagnum ymisk tíðarskeið, seinast frá 1991. Árini 1994-97 og 2006-07 var hann formaður felagsins. Nýggi formaðurin Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð er nývaldur. Hann hevur frá 2003 verið formaður í Bókavarðafelagnum.
Í Rithøvundafelagi Føroya eru umleið 100 limir. Felagið varð stovnað 24. mars 1957 og hevur sostatt fimti ára stovningardag í ár.