Bjarni Kárason Petersen hevur í skrivi, dagfest 17. desembur 2025, biðið um farloyvi sambært § 63 í Tingskipanini, og um at næsta fólk á lista Framsóknar tekur sæti á tingi.
Hetta galdandi frá 1. januar 2026, til løgtingsmaðurin boðar frá, at hann aftur tekur sæti.
Uttan atkvøðugreiðslu varð samtykt, at Árni Matras Dam, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti frá 1. januar 2026 at rokna.
Árni Matras Dam kemur sostatt eisini í nevndina, sum Bjarni Kárason Petersen er fastur limur í, Vinnunevndin.
Bjarni Kárason Petersen er eisini fastur limur í Uttanlandsnevndini, men har er skipanin tann at varalimurin í nevndini, Karlot Hergeirson, røkir hendan sessin meðan Bjarni Kárason Petersen er burtur. Hetta sambært § 27 a í Tingskipanini.











