Sum heild eyðkennir tað liðið hjá Sveis, at eingin verulig stjørna er á liðnum, og at flest allir leikararnir eru í besta fótbóltsaldri. Tó at eingin verulig stjørna er, spæla allir leikararnir hjá Sveis við rímiliga stórum evropeiskum liðum, og er talan um sera væl samanspælt lið. Vit fara her at geva nakrar upplýsingar um liðið hjá Sveis.
Halt eyga við:
Granit Xhaka (Arsenal) – Miðvallarin, ið dagliga spælir fyri Arsenal, er størsta navnið á liðnum hjá Sveis. Stórtsæð alt spælið á sveisiska liðnum gongur gjøgnum hann, og er hann sera stinnur á bóltinum. Hann er vinstrabeintur og skjýtur væl útifrá. Tí koma langtskotini hjá honum at vera ein hóttan, umframt hansara langu síðuskift.
Veikleikar hjá Sveis:
Framrættaða spælið – Hóast Sveis hevur vunnið allar dystirnar í undankappingini higartil, hevur talan ikki verið um flottan og flótandi fótbólt í øllum dystunum. Liðið hevur bert skotið 10 mál í fimm teimum fyrstu dystunum, samanborið við Portugal, sum hevur skotið 19. Orsøkin til hetta er, at profilarnir í offensiva partinum ikki eru so stórir, men at tað heldur er heildin sum ber tað hjá Sveis. Liðið er munandi betur í verjupartinum enn í álopspartinum, og tí eigur føroyska liðið at hava møguleikar fyri at standa ímóti stóran part av dystinum.
Spælistílur hjá Sveis:
4-2-3-1. Sveis spælir rímiliga traditionelt í mun til flestu evropeisku landslið. Liðið spælir við fýra í verjuni. Við tveimum djúpum miðvallarum, ið eru nógv á bóltinum. Síðani hevur liðið tveir kantar, ið liggja breitt og bjóða nógv av. Afturat tí hevur liðið flestu dystirnar ein hangandi áleypara, ið er nógv við til at mynda spælið á miðvøllinum, umframt ein áleypara, ið liggur einsamallur uppi.
Venjarin: Venjarin hjá Sveis eitur Vladimir Petkovic og kemur úr Serbia. Vladimir Petkovic hevur staðið á odda fyri sveisiska liðnum síðani 2014. Undan tí vandi hann italska Serie A felagið, Lazio, har hann millum annað var við til at vinna italsku steypakappingina. Sum venjari hevur tað hilnast væl hjá Vladimir Petkovic sum sveisiskur landsliðsvenjari. Hann hevur eitt win-ratio uppá 58,63% í teimum 29 dystunum sum hann hevur staðið á odda fyri liðnum. 17 eru vunnir, 5 eru endaðir við javnleiki, meðan 7 eru taptir.
Eitt boð uppá liðið hjá Sveis kundi verið hetta, stillað upp í 4-2-3-1:
Yann Sommer (Monchengladbach) – Stephan Lichsteiner (Juventus), Nico Elvedi (Monchengladbach), Johan Djorou (Hamburg), Francois Moubandje (Tolouse) – Valon Behrami (Watford), Granit Xhaka (Arsenal) – Xherdan Shaqiri (Stoke), Blerim Dzemaili (Montreal), Admir Mehmedi (Leverkusen) – Eren Derdiyok (Galatasaray)
Hópurin hjá Sveis:
Málverjar:
Roman Burki, Borussia Dortmund (Týskland)
Marwin Hitz, FC Augsburg (Týskland)
Yann Sommer, VfL Borussia Monchengladbach (Týskland)
Verjuleikarar:
Manuel Akanji, FC Basel (Sveis)
Johan Djourou, Hamburger SV (Týskland)
Nico Elvidi, VfL Borussia Monchengladback (Týskland)
Timm Klose, Norwich City (Ongland)
Michael Lang, FC Basel (Sveis)
Stephan Lichtensteiner, Juventus (Italia)
Jacques-Francois Moubandje, FC Toulouse (Frakland)
Silvan Widmer, Udinese (Italia)
Miðvallarar:
Valon Behrami, Watford FC (Ongland)
Blerim Dzemaili, Montreal Impact (USA)
Edimilson Fernandes, West Ham United (Ongland)
Gelson Fernandes, Stade Rennais FC (Frakland)
Fabian Frei, FSV Mainz (Týskland)
Remo Freuler, Atalanta (Italia)
Admir Mehmedi, Bayer 04 Leverkusen (Týskland)
Xherdan Shaqiri, Stoke City FC (Ongland)
Granir Xhaka, Arsenal FC (Ongland)
Steven Zuber, TSG 1899 Hoffenheim (Týskland)
Framherjar:
Eren Derdiyok, Galatasaray SK (Turkaland)
Haris Seferovic, Eintracht Frankfurt (Týskland)