Allan Simonsen 70 ár í dag

Ársins spælari í Evropa í 1977 og fyrrverandi føroyskur landsliðsvenjari fyllir 70 . Í dag fyllir ein tann fremsti fótbóltsleikarin í Danmark nakrantíð, Allan Simonsen 70 ár

Allan Simonsen var føroyskur landsliðsvenjari millum 1994 og 2001

Saman við Michael Laudrup er hann besti danski fótbóltsleikarin nakrantíð, og í eitt longri tíðarskeið vandi hann føroyska fótbóltslandsliðið.

 

Í dag fyllir Allan Rodenkam Simonsen 70 ár.

 

Fyrstu kappingarárini í vaksnamannafótbólti hevði Allan í barndómsfelagnum, Vejle har hann avrikaði somikið væl, at hann var tikin út til landsliðið hjá Danmark, ið kappaðist á olympisku summarleikunum í München í 1972.

 

Í 1971 og 1972 spældi Allan 46 dystir og skoraði 16 mál. Við Vejle vann hann danska meistaraheitið, bæði í 1971 og í 1972. Í 1972 vann hann eisini donsku steypakappingina við Vejle. 

 

Góða avrikið hjá honum fyri danska landsliðið í München vakti áhugan hjá Borussia Mönchengladbach, ið tá var millum fremstu liðini í Týsklandi.

 

Allan hevði eitt glæsligt tíðarskeið við Borussia Mönchengladbach, árini 1972 til 1979, har hann í 178 dystum skoraði 76 mál.

 

Við Borussia Mönchengladbach vann hann týsku bundesliguna trý kappingarár á rað millum 1975 og 1977.

 

Allan vann UEFA Cup saman við Borussia Mönchengladbach í 1975 og í 1979, og gjørdist týskur steypavinnari við Borussia Mönchengladbach í 1973.

 

Saman við Borussia Mönchengladbach tapti Allan UEFA Cup finaluna í 1973 og Champions Cup finaluna móti Liverpool í 1977.

 

Men 1977 gjørdist eitt minniligt ár, tí tá vann Allan Simonsen, sum tann fyrsti og einasti danski leikarin Ballon D´or. Í 1983 fekk hann eitt flott triðja pláss í Ballon D´or atkvøðugreiðsluni.

 

##med2##

 

Árini millum 1979 og 1982 spældi Allan við katalanska stórfelagnum, FC Barcelona, har hann í 98 dystum skoraði 31 mál. 

 

Við Barcelona vann Allan sponsku steypakappingina í 1981, og í 1982 vann hann UEFA Cup við Barcelona.

 

Í 1982-1983 spældi Allan við Charlton Athletic, ið tá spældi í næstbestu ensku fótbóltsdeildini. Allan skoraði níggju mál fyri Charlton í 16 dystum.

 

Árini 1983 til 1989 spældi Allan aftur við barndómsfelagnum Vejle, har hann í 166 dystum skoraði 70 mál. 

 

Saman við Vejle vann Allan danska meistaraheitið í 1984. 

 

Allan spældi 55 landsdystir fyri Danmark millum 1972 og 1986. Ólukkutíð breyt hann beinið í innleiðandi bólkadystinum móti Fraklandi undir EM-endaspælinum í Fraklandi í 1984, og mátti av vøllinum á børu.

 

Í hesum 55 landsdystunum skoraði Allan 20 mál fyri Danmark. 

 

Fyrsta venjarastarvið hjá Allani var í barndómsfelagnum, Vejle millum 1991 og 1994. 

 

Í 1994 fekk hann starv sum venjari hjá føroyska landsliðnum, ið ikki hevði vunnið nakað stig síðani 1. mai í 1991. Tað byrjaði við 1-5 tapum móti Grikkalandi og Skotlandi, men eftir eina tíð byrjaði ein menning at síggjast. Føroyar vunnu 3-0 og 3-1 á San Marino í EM-undankappingini, og tá Allan legði frá sær sum føroyskur landsliðsvenjari hevði hann vunnið átta dystir, spælt sjey javnar og tapt 37 dystir, nógvar av teimum við heiðurligum avrikum. Millum minniligu dystirnir eru báðir 2-1 sigrarnir á Malta í HM-undankappingini í 1997, Báðir sigrarnir á Luksemborg í HM-undankappingini í 2001, 2-2 javnleikurin móti Bosnia og 1-1 javnleikurin móti Skotlandi í EM-undankappingini í 1999, og ikki minst 2-2 javnleikurin móti Slovenia í 2000. Hesir javnleikirnir vóru allir á Svangaskarði.

 

Tað var ein rørdur Allan, ið legði frá sær sum landsliðsvenjari í 2001, og takkaði fyri tíðina á tíðindafundi á Hotel Hafnia.

 

Allan royndi seg um landsliðsvenjara hjá Luksemborg millum 2002 og 2004. Tað gekk ikki eins væl. Í 27 dystum bleiv talan um fýra javnleikir og 23 tap.

 

Ímillum 2011 og 2013 var Allan ítróttarstjóri, og eitt skiftið venjari hjá FC Fredericia. 

 

Í Vejle, í Borussia Mönchengladbach, í Barcelona og í Føroyum er Allan Rodenkam Simonsen ein stór legenda. Stuttligt, at okkum untist at hava hesa legenduna sum landsliðsvenjara á sinni.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Allan Simonsen var føroyskur landsliðsvenjari millum 1994 og 2001

Í 1977 vann Allan Simonsen Ballon d´or sum tann einasti danski leikarin nakrantíð. Á myndini sæst Berti Vogts, ið var landsliðsvenjari hjá Skotlandi, tá teir leiktu javnleik 2-2 móti Føroyum á Svangaskarði í 2002.