TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Arhur D. Poulsen hjá TB, sum fekk reyða kortið í 0-3 ósigrinum ímóti B36 í Gundadali í dag, aftaná tvey gul kort longu í 45. minutti.
Arthur heldur, at tað fyrra gula kortið var í lagið, men hann heldur, at tað seinna, sum førdi til tað reyða kortið var alt ov hart dømt. Arthur heldur, at 3-0 sigurin hjá B36 var uppiborin, men hann slær fast, at teir í TB fara at stríðast víðari.