Martin Agnarsson var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Aarhus Fremad spældu dyst í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Á heimavølli á Riisvangen leikvøllinum tók Aarhus Fremad móti AB. Tá farið var um hálva tíman legði Elias Egerton heimaliðið á odda. Seinni hálvleikur var eitt korter gamal, tá AB javnaði til 1-1. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat misti Aarhus tað eina stigið, tá AB skoraði sigursmálið.
Aarhus Fremad liggur tó framvegis væl fyri í uppflytingarstríðnum. Aarhus er fremst í deildini við 57 stigum, Middelfart hevur 55 stig, og liðið hjá Andrassi Johansen, Freman Amager hevur 51 stig. Trý umfør eru eftir at leika, so tað skal ganga nógv galið hjá Aarhus Fremad um teir ikki enda millum tvey tey ovastu liðini, og harvið vinna sær uppflyting til næstbestu deildina.
Komandi leygardag klokkan 13 verður toppuppgerð á Riisvangen leikvøllinum. Tá kemur Middelfart á vitjan hjá Aarhus Fremad.