VIDEO: Strømsgodset tapti 2-4 í Haugesund

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Haugesund-Strømsgodset 4-2 (0-0)

Í øðrum umfarinum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini máttu landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Strømsgodset leggja rygg til 2-4 tap á útivølli móti Haugesund.

 

Tá Haugesund legði seg á odda í 50. minutti bjargaði Mattias væl í fyrstu atløgu, men hevði ongan møguleika tá returbólturin var meddaður í netið. 11 minuttir seinni økti heimaliðið upp á eitt sera bíligt brotsspark. Níggju minuttir seinni høvdu Elias Hoff Melkersen og Sebastian Pingel syrgt fyri, at Strømsgodset javnaði til 2-2. Tá gingu tó bert 11 minuttir, so lat verjan hjá Strømsgodset Bruno Leite standa alt ov frían, og hann stútaði Haugesund framum. Í yvirtíðini økti heimaliðið við einum kontraálopi.

 

Komandi leygardag klokkan 13 kemur gamla føroyingaliðið, Sogndal á vitjan í Drammen.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Haugesund-Strømsgodset 4-2 (0-0). Góðar bjargingar hjá Mattiasi síggjast eisini í samandráttinum:

 

##med2##