Javnleikur millum liðini hjá Poul og Adrian

Hillerød og AC Horsens leiktu málleysan javnleik

Poul Kallsberg kom á vøllin í 54. minutti, og Adrian R. Justinussen fór av vøllinum í 79. minutti, tá Hillerød og AC Horsens leiktu javnleik 0-0 á leikvøllinum í Helsingør. 

 

Talan var um fyrsta dystin í ovara endaspælinum.

 

Hillerød er nummar fýra í ovara endaspælinum við 39 stigum. Hillerød er tvey stig frá Esbjerg, ið er á øðrum plássinum sum gevur uppflyting til superliguna. Horsens er nummar seks við 34 stigum.

 

Komandi fríggjadag klokkan 17.30 spælir Hillerød dyst á útivølli móti Esbjerg. Ein hálvan tíma seinni spælir AC Horsens dyst á útivølli móti Kolding.