Arvesen vann í Danmark

Norski súkklarin hjá danska súkklufelagnum, Team CSC, vann sunnudagin størstu súkklukappingina í Danmark, Post Danmark Rundt.

Tað var eisini stóra danska súkklufelagið, Team CSC, sum setti dagsskránna í kappingini, og størsta kappingin um fremsta plássið var ímillum Arvesen, Matti Breschel og Nicki Sørensen, sum allir súkkla fyri CSC. Í síðsta gjørdist einkulstarturin leygardagin avgerandi. Her eydnaðist Arvesen at taka leiðsluna frá Breschel, og tá etapan sunnudagin endaði í einum massaspurti, gjørdist Arvesen samlaði vinnarin av kappingini.