Onnur mál fyltu eisini. Til dømis sundurlesing/hjúnaskilnaður (9,1%), foreldramyndugleiki/samverurættindi (6,3%), fastognir (5,5), starvsviðurskifti (4,9%) og onnur familjurættindi (4,7%).
Tilsamans eru 750 mál skrásett í 38 ymiskum bólkum, skrivar Rættarhjálp Føroya í ársfrágreiðingini.
Av teimum 750 áheitanunum, ið komu inn, vórðu 13 mál tikin upp. Trý av teimum endaðu í 2019.
Tað eru fleiri kvinnur enn menn, ið venda sær til rættarhjálpina. Í fjør vóru tað 420 kvinnur, sum vendu sær til rættarhjálpina, og tað svarar til 56 prosent.
328 menn vendu sær til rættarhjálpina, og tað svarar til 43,7 prosent. Tvær áheitanir komu eisini frá felagsskapum, og tað svarar til 0,3 prosent.
Geografiskt komu flest áheitanir úr Suðurstreymi og Nólsoy. Har komu 363 áheitanir, sum svarar til 48,4 prosent. Úr Eysturoynni komu 116 áheitanir, sum svarar til 15,5 prosent. Úr Streymoynni annars 62 áheitanir (8,3%), úr Vágum 38 áheitanir (5,1%), úr Norðoyggjum 53 áheitanir (7,1%), úr Sandoynni 15 áheitanir (2%), úr Suðuroynni 66 áheitanir (8,8%) og frá útisetum/útlendingum 37 áheitanir (4,9%)
Rættarhjálpin, ið er ókeypis løgfrøðilig ráðgeving til einstaklingar, er eitt tilboð, har til ber at fáa ráðgeving. Fólk kunnu bæði ringja, skriva ella møta upp. Rættarhjálpin er opin tveir tímar týskvøld og tveir tímar seinnapart hósdag.