Asfalt  púra einfalt

Asfalt hevur einans eitt endamál og tað er at betra um umstøðurnar og menna føroyska tónleikaumhvørvi, tí harmar tað okkum, at Beate L. Samuelsen eftir øllum at døma hevur misskilt tiltakið og okkara samstarv við Miðlahúsið.

Vit settu okkum fyri, tá vit arbeiddu við at fyrireika tiltakið, at umráðandi var við nógvum og góðum samstarvsfeløgum, sum kundu verða við til gera tiltakið til veruleika og sum vildu verða við til at slóða fyri eini menning av føroyskum tónleiki. Hetta eydnaðist væl og eru vit sera takksom fyri alla ta vælvild og tann stuðul, vit hava fingið til tiltakið.
Tað er onki nýtt í, at tónleikatiltøk samstarva við ein blaðmiðil. G! Festivalurin hevur í fleiri ár havt eina samstarvsavtalu við Dimmalætting, Mjús hevur eisini gjørt samstarvsavtalu við Dimmalætting og Asfalt valdi at gera eina samstarvsavtalu við Miðlahúsið.
Sosialurin bjóðaði ikki til after-party, tað gjørdi Asfalt. At Miðlahúsið stóð á tí svarta armbandinum, sum gav atgongd til after-party, hevði sína púra natúrligu orsøk. Á Asfalt vóru nemliga fýra ymisk armbond. Eitt hvítt, har Føroya Banki stóð á. Eitt blátt, har Tórshavnar Býráð stóð á. Eitt pink, har Faroe Jet, stóð á og eitt svart, har Miðlahúsið stóð á.
Hesi fýra vóru høvuðsstuðlarnar hjá Asfalt, tí stóðu tey á hvør sínum armbandi, so einfalt er tað.
Vit vilja fegin takka bæði Beatu og øllum teimum, sum á ymiskan hátt hava verið við til at gjørt Asfalt til veruleika og vóna, at bæði hon og onnur komandi árini vilja stuðla tiltakinum, sum hesaferð eydnaðist stak væl.