Ásla og liðfelagarnir fingu eitt stig við sær úr Stokkhólmi

Piteå var leingi á odda

Mynd: Piteå IF

Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen fekk aftur fulla spælitíð, tá hon og liðfelagarnir spældu dyst í bestu svensku fótbóltsdeildini móti høvuðsstaðarliðnum, Brommapojkarna í bestu svensku fótbóltsdeildini, Damallsvenskan.

 

Alexandra Hellekant fekk Piteå á sigurskós í 14. minutti, og var Piteå leingi á sigurskós. Men tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði heimaliðið.

 

Piteå er nummar átta í deildini við 19 stigum. 

 

Komandi leygardag klokkan 11.30 hevur Piteå dyst á heimavølli. Tá kemur Växjö á vitjan á LF Arena í Piteå. 

 

Mynd: Piteå IF