Russland sær virksemið hjá Nato í Arktis sum eina beinleiðis hóttan móti trygdini í landinum.
Tað sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, í einari grein, sum russiska uttanríkisráðið kunngjørdi mánadagin.
Í februar setti Nato átakið Arctic Sentry í verk. Endamálið er at styrkja trygdina í Arktis og økja um hjáveruna hjá verjusamgonguni á leiðini.
Russland, sum hevur ein stóran flota við millum annað kjarnorkuvápnaðum kavbátum í Arktis, hevur áður funnist at Nato-átakinum.
Lavrov lýsir hernaðarliga virksemið hjá Nato á leiðini sum ágangandi.
– Slíkt hernaðarligt virksemi í norðaru høvunum er ein beinleiðis hóttan móti trygdini hjá Russlandi.
– Vandin fyri tilburðum, sum kunnu elva til ein vápnaðan samanbrest við møguliga vanlukkuligum avleiðingum, er vaksandi, skrivar Lavrov.
Hann hevur verið uttanríkisráðharri hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, í nógv ár.
Nato setti Arctic Sentry í verk eftir álvarsomu spenningarnar, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, skapti við kravi sínum um amerikanskan ognarrætt til Grønlands.
Átakið snýr seg tó ikki bara um Grønland. Við Arctic Sentry tekur Nato við samskipanini av hernaðarligu hjáveruni í øllum Arktis.
Hetta verður gjørt við amerikanskari undirtøku og kann tí síggjast sum ein roynd at ganga stúranini hjá Trump um trygdina í Arktis á møti.
Danmark tekur eisini lut í átakinum við F-35-jagstríðsflogførum.
Russland hevur størstu hernaðarligu hjáveruna og mest umfatandi hernaðarliga undirstøðukervið í Arktis. Seinastu árini hevur Kina eisini økt um virksemi sítt á tí ráevnisríka økinum, serliga í samstarvi við Russland.
Noreg, sum hevur mark móti Russlandi, víðkaði fyrr í hesum mánaðinum eina nýliga stovnaða herdeild, ið hevur høvuðsstøð í Arktis.
Russland hevur áður víst aftur, at landið er ein hóttan móti Nato.
/Ritzau/Reuters











