Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen og liðfelagarnir í Piteå spældu í kvøld týdningarmiklan dyst í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Piteå ferðaðist longu leiðini suður til Linköping fyri at spæla móti Linköping, ið liggur næstaftast í deildini.
Dysturin endaði við javnleiki 2-2, og tað kunnu Ásla og liðfelagar hennara iðra seg um. Linköping javnaði til 2-2 níggju minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Ásla legði Piteå á odda í 18. minutti. Talan var um annað málið hjá Áslu hetta kappingarárið.
Tveir minuttir seinni javnaði heimaliðið til 1-1. Saga Swedman legði Piteå á odda 2-1, men í 99. minutti stjól Linköping tað eina stigið.
Piteå er nummar níggju í deildini við 21 stigum fyri 19 dystir. Piteå hevur níggju stig niður til Linköping, ið hevur 12 stig á næstaftasta plássinum.
Tvey tey aftastu liðini flyta beinleiðis niður í næstbestu deildina, meðan triðaftasta liðið skal spæla dystir um upp- og niðurflyting móti triðfremsta liðnum í næstbestu deildini. Brommapojkarna eru triðaftast við 17 stigum, so tær í Piteå eru bert fýra stig frammanfyri Brommapojkarna.
Sunnudagin 28. september klokkan 12 hevur Piteå dyst á heimavølli móti Vitsjö.
Sunnudagin klokkan 15 spæla Jóhanna Fossdalsá Sørensen og liðfelagarnir í BK Häcken dyst á heimavølli móti Rosengård. Häcken er triðfremst í deildini við 37 stigum. Tær hava fimm stig upp til oddaliðið, Hammarby sum hevur 42 stig.