Fremad Amager vann annan sigurin hetta kappingarárið

Andrass Johansen og liðfelagarnir eru trý stig frá týðandi sætta plássinum

Hjá Andrassi Johansen og liðfeløgunum í Fremad Amager snýr tað seg um at vinna seg millum seks tey fremstu liðini áðrenn lokið grundspæl í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. Megnar Fremad ikki tann málsetningin mugu teir spæla um at sleppa undan niðurflyting til fjórðbestu deildina.

 

Andrass slapp á vøllin í 76. minutti, tá Fremad Amager vann ein týdningarmiklan 2-1 sigur á Vendsyssel FF á leikvøllinum í Sundby. Níggju minuttir aftaná Andrass var komin á vøllin skoraði Christoffer Boateng sigursmálið hjá Fremad. Vendsyssel var á odda 1-0 í steðginum. Mads Hoyer Julo javnaði til 1-1 í 65. minutti. 

 

Fremad er nummar átta í deildini við níggju stigum fyri átta dystir. Fremad hevur trý stig upp til týðandi sætta plássið, har AB hevur 12 stig. 

 

Í morgin klokkan 13 spæla John Frederiksen og liðfelagarnir í Brabrand dyst á útivølli móti Skive. Sunnudagin klokkan 12 spæla Hørður H. Askham og liðfelagarnir í FC Roskilde dyst á útivølli móti Thisted.