Ásla Johannesen spældi allan dystin, tá hon og liðfelagarnir í Piteå spældu dyst á útivølli móti Alingsås í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Piteå sum hevði tapt fýra dystir á rað undan dagsins dysti fekk í dag ein hart tiltrongdan 3-1 sigur.
Selina Henriksson legði Piteå á odda 1-0 í 37. minutti, men minuttin aftaná javnaði heimaliðið til 1-1.
Í 77. minutti fekk Saga Swedmann Piteå aftur á sigurskós, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti Emma Viklund til 3-1.
Piteå er fjórðaftast í deildini við 17 stigum. Tær eru níggju stig frammanfyri Linköping, ið er á næstaftasta plássinum, ið merkir beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina. Hinvegin hevur Piteå bert fimm stig upp til AIK Stockholm, ið hevur 22 stig á sætta plássinum.
Jóhanna Fossdalsá Sørensen spældi allan dystin, tá lið hennara, Häcken tapti 1-3 (1-0) fyri IFK Norrköping á heimavølli. Undan dystinum hevði Häcken vunnið átta dystir á rað.
Häcken er triðfremst í deildini við 33 stigum. Hammarby er fremst við 36 stigum. Malmö FF er næstfremst við 35 stigum.
Komandi leygardag hevur Piteå heimadyst móti IFK Norrköping. Dagin eftir hevur Häcken útidyst móti Vittsjö.