U19-landsliðið er úttikið til venjingarlegu í Slovenia

U19-landsliðið skal spæla venjingardystir móti Slovenia, Póllandi og Aserbadjan

Mynd: Hans Erik Danielsen (FSF)

FSF skrivar:

 

 

 

- Fróði Benjaminsen hevur úttikið 18 spælarar til venjingarleguna, sum verður í Slovenia frá 1. til 9. septembur

 


Umframt venjingar eru eisini tríggir spennandi venjingardystir á skránni, tá U19 landsliðið við dreingjum fyrst í komandi mánað fer á venjingarlegu í Ljubljana í Slovenia.

 

Ferðalagið fer úr Føroyum mánadagin 1. septembur, og verður heima aftur týsdagin 9. septembur.

 

Tann 3. septembur møta okkara dreingir Póllandi, tann 6. septembur er mótstøðulandið Aserbadjan, og tann 8. septembur verður dystur móti Slovenia.

 

Fróði Benjaminsen er venjari hjá U19 dreingjunum, og hann hevur nú kunngjørt teir 18 spælararnar, ið eru boðsendir til venjingarleguna í Ljubljana.

 

Hópurin:

Torkil Skála, AB

Tróndur Sjúrðarsson, FC Suðuroy

Jósef Ólavsson, Víkingur

Jens Eiler Samsson, Víkingur

Silas B. Joensen, HB

Dávid P. á Líðarenda, Víkingur

Jákup Olsen, KÍ

Dennis Stefan Anghel Olaru, B36

Arnór Brandsson, Víkingur

Benadiktus Olsen, NSÍ

Djóni Sivertsen, B36

Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, TB

Rasmus Helgason, 07 Vestur

Bogi á Reynatrøð, Víkingur

Mattias Dahl Djurhuus, TB

Páll Müller, KÍ

Sjúrður Henriksen, AB

Dánjal Mørkøre, Vejle BK (Danmark)

 

Venjingarlegan er fyrireiking til EM undankappingina, sum verður í Ungarn frá 10. til 19. novembur. Í EM undankappingini eru Føroyar í bólki 2, saman við Ungarn, Frankaríki og Bulgaria.

 

Mynd: Hans Erik Danielsen (FSF)