Ástaðarfundur um loyvi at byggja fongsul avlýstur

- Fundurin er avlýstur eftir ynski frá umsøkjaranum, sigur sýslumaðurin, Kristian Martin Joensen

Sýslumaðurin, Kristian Martin Joensen, boðar í dag frá, at ein ætlaður ástaðarfundur í Náttúrufriðingarnevndini er avlýstur.

 

Fundurin skuldi ætlandi verða við Áir í morgin, mikudagin hin 11. mars klokkan 9, men hesin fundur verður av ongum.

 

Talan er um prinsipployvi at byggja nýtt fongsul á matr. nr. 1a í Toftadalshaga í Hvalvíkar markatalsbygd, sum tað eitur.

 

Í skrivi á heimasíðuni hjá Sunda kommunu í dag - www.sunda.fo - verður sagt, at fundurin verður avlýstur eftir ynski frá umsøkjaranum.

 

Fráboðanin í dag um fundin, sum ætlandi skuldi verða í morgin, er undirskrivað av sýslumanninum, Kristjan Martini Joensen, sýslumanni.