Asyllex heiðraðu Johnny Cash

- Tað var sjálvandi ein avbjóðing fyri okkum at spæla nakað annað enn metal

Í gjárkvøldið slapp tungmálmsbólkurin Asyllex úr Suðuroy at royna seg í heilt nýggjum hami í SALT á Tvøroyri. Í røttum country stíli høvdu teir eina fagnaðarkonsert fyri amerikanska Johnny Cash, har teir spældu øll tey kendastu løgini hjá honum, sum hann sjálvur vildi spælt tey. Teir úr Asyllex eru væl nøgdir við konsertina.

 

- Kvøldið gekk fantastisk, og fólk vóru orduliga við uppá tað. Konsertin var eisini útseld, so tað kundi ikki verið betur, sigur Hans Hammer, sangari í Asyllex.  

 

Teir vildu spæla eina akustiska konsert fyri at savna pengar inn til næstu fløguna hjá teimum, og hendan akustiska konsertin endaði við at blíva til eina fagnaðarkonsert av countrylegenduni, sum Hans Hammer sjálvur er stórur fjeppari av.

 

- Tað var sjálvandi ein avbjóðing fyri okkum at spæla nakað annað enn metal, men allir í bólkinum hildu tað vera stuttligt at læra hesi løg, sigur hann.

 

Sjálvt um mann skuldi trúð, at tað er eitt stórt brot í stíli millum tungmálm og country, so heldur Hans Hammer, at tónleikurin hjá Johnny Cash er nógv meira enn bara country.  

 

- Tónleikurin hjá Johnny Cash kemur ofta heilt tætt uppá tungmálm. Cash hevur eisini verið ein stór inspiratión fyri nógvar av heimsins størstu tungmálmsbólkunum, sigur Asyllex sangarin.

 

Asyllex arbeiða uppá at skriva teir síðstu sangirnar til eina nýggja fløgu, og teir ætla í studio at taka nýggju fløguna upp um ikki so langa tíð.