Í annaðkvøld skal føroyska U21-landsliðið royna at reisa seg aftur aftaná 0-6 stórtapið fyri Fraklandi í Klaksvík farna fríggjakvøld.
Týskvøldið klokkan 18 taka Føroyar í EM-undankappingarbólki C móti Sveis á Tórsvølli.
Føroyar hava níggju stig fyri fýra dystir, meðan Sveis hevur fýra stig fyri tveir dystir.
Tað verður ein waliskur dómari, ið fer at leiða uppgerðina millum Føroyar og Sveis. Talan er um 37 ára gamla, Iwan Arwel Griffith sum hevur dømt altjóða dystir síðani 2016, og hevur tí fitt av altjóða royndum.
FØROYAR-SVEIS
Dómari: Iwan Arwel Griffith WAL
Hjálpardómari 1: Daniel Beckett WAL
Hjálpardómari 2: Harry Hendricks WAL
Fjórði dómari: Bryn David Markham-Jones WAL
UEFA dómaraeygleiðari: Petteri Kari FIN
UEFA umboð: Samuel Dennison NIR