Mannamúgvan veksur alsamt á havnarlagnum. Klokkan er júst farin av sjey, og Útvarpið hevur sagt frá, at nú fara seðlarnir at koma út hvørja løtu. Eingin vil liggja eftir, tí tann, sum ikki møtir, kann rokna við, at hansara partur bara verður býttur upp í hjá hinum, og so er hesin fongurin fokin.
Her hittist fólk úr ymsum heraðshornum. Menn sum kennast væl eru í fylgi, aðrir, sum ikki hava hitst í áravís, heilsast og tosa um hetta og hitt.
Menn eru spentir. Hvussu man fara at hilnast? Frætt er, at fongurin er rímiliga stórur, og eitt skinn man fara at vera í drápspart. Men verða heimapatar eisini býttir? Og hvussu stórir verða teir?
Løgið, sum hetta at vilja fáa, og helst fáa nógv, knappliga sprettur upp í fólki. Og er nakað, sum kann fáa havisjúku fram í føroyinginum, so er tað hetta at fáa grind.
So er hann har. Sýslumaðurin. Kemur saman við einum timum, fýra politistum í politibilinum. Teir hava sitið alla nátt og arbeitt við at fáa hetta roknistykkið at ganga upp. Nógvar partar skal hetta í. Bara drápspartarnir liggja um teir 1.300. So koma allir hinir. Finningarbátur, vakt, upptøka merking, grindaformenn, almennir stovnar og hvat nú kann vera, sum fær part.
Vit hava á veg út higar í morgun longu møtt fyrstu lastbilunum við grind. Hesir, sum hava fingið part, áðrenn seðlarnir eru komnir út, eru bilar frá ymsu kommununum, sum hava fingið fráboðan um heimapartar. Og skilabest hevur sýslumaðurin so hildið verið at fáa hetta av vegnum, meðan nátt enn var, og feðslan ikki var rættiliga byrjað.
Tí hann veit sum er, at tá tað fer at nærkast tíðini, seðlarnir væntast at koma út, verður eit kaos av eini aðrari verð á smølu kommunuvegunum. Her tykist ikki nokk við eini motorsúkklupatrulju at halda skil á. Men lukka í teir báðar, sum her eru, so knáir teir eru kortini. Og fólk er í góðum lag, hóast tey halda seg hava ringa tíð, so lurtað verður eftir teimum og gjørt, sum teir siga.
So kemur sýslumaðurin út av havnarskirvstovuni við seðlunum í hondini. Ein hjálpamaður við einum rópara eru í høllinum, og menn byrja at troðka seg nærri trappuni fyri at vera sum næst, tá lisið nú verður upp.
Hann byrjar við at siga frá søguni hjá grindini, eftir at hon varð funnin., hvussu rikið varð, hvussu drápið gekk. Og at enda, hvussu býtt er. Fólk bíða tolin eftir tí, øll vilja vita. Hvør verður mín partur?
Jú, finningarbáturin er fyrstur. Hann fær ein seðil fyri seg, við nummari á hvalinum. So koma grindaformenninir. Ein fyri og annar eftir. Teir, sum hava tikið upp á bryggjuna og lagt út til merking, fáa sínar seðlar. Merkjarar fáa sítt. Ellisheimið eigur eisini part, áðrenn farið veður til drápspartarnar.
So er at lurta væl og vita, hvørjum hvali tú ert á. Og so hvørt, sum nøvnini verða nevnd, kemur lív í rúgvuna. Teir, sum til hoyra, fara at leita eftir hesum góða hvali fyri at vera á staðnum, tá býtt verður. Tann, sum næstur er trappuni, fer upp eftir seðlinum, og sum ein annar professionellur ferðaleiðari fer hann við seðlinum á lofti gjøgnum rúgvuna, og teir, sum til hoyra, halda spentir aftaná.
So verður leitað, til hvalurin er funnin, og við tað sama leggja teir bragdligastu á at skera. Horn og bøksl verða skorin av, og so verður rist aftur eftir rygginum og undir búkinum. Ein fer at skera tvørturum. Eitt sindur ósamdir eru teir um, hvussu breitt hann skal skera, men tað endar vanliga við eini rímiliga breiðari ál, sum viðhvørt, um hvalurin er stórur, er so passaliga mannbar, tá skorið er.
So verður tað lagt á bryggjuna við hvøljuni niður, og tvøstið, so hvørt skorið er, lagt omaná.
Teir skera tvøstið ymiskt. Onkur, sum royndur er, hugsar um lykkjurnar. Sker langar og trivaliga lutir. Men aðrir, sum ikki hugsað soleiðis, skera bara har, teir sleppa framat. Úrslitið hjá teimum verður heldur misjavnt, og hinir gomlu hava hug at hava at og vísa teimum, hvussu teir skulu gera.
Jú, hann er skorin liðugur øðrumegin, og so er at venda. Men her er torngt, so hann má flytast eitt sindur fyrst, fyri at fáa lagt hann aftur soleiðis, at menn fáa staðið báðumegin og skorið.
Tað gongur á sama hátt sum í áðni.
So verður býtt. Spikstykkini verða flutt, og tvørtið kastað omanyvir. Summir meta og viga í hondini, meðan aðrir ikki eru so vandaligir. Hyggja at tvøstlutunum og tveita so yvir í rúgvuna. Tann, sum ikki etur seg mettan, sleikir seg heldur ikki mettan, halda teir, og so er býtt.
Onkur heldur seg vera óhepnan í teirri løtuni, hann tekur upp. Men tað er skjótt gloymt.
Stóra takið er so at sleppa burtur við fonginum. Og tað er ein søga fyri seg í hesum meldrinum. Menn ganga við trillubørum. Summir berandi baljur ella lakaíløt. Onkur við einum viðfestivogni sleipandi. Og so er onkur sannilia so optimistiskur, at hann heldur, at komandi er inn í rokan við bili.
Og nú er tað rættiliga, at løgreglumenninir skulu vísa, hvør dugur er í teimum. Jú, tað gongur upp á stás, hóast onkur heldur teir hava í so góða tíð.
Helst man tað vera onkur, sum ikki heldur, at tað er vert at brúka meira tíð upp á grind. Nú er at sleppa aftur til arbeiðis. Tí hóast tað smakkar væl og er forkunnugt hjá nógvum, má sannast, at kilogprísurin er rímiliga høgur, tá alt verður tikið við.