Atlantic Airways fingið stóra viðurkenning

Føroyska flogfelagið vann silvur, tá tíggju tey bestu lýsingarátøkini í Danmark í ár vórðu heiðrað í gamla keypsskálanum Børsen í gjár. Í grundgevingini varð m. a. sagt, at felagið við avmarkaðari fíggjarorku á einum truplum marknaði dugir væl at draga viðskiftafólk at sær

Hvørt ár skipar felagið hjá donskum lýsingarfyritøkum og Berlingske Media fyri at kjósa bestu lýsingarátøkini í Danmark. Viðurkenningin kallast Advertising Effectiveness Award og verður mett sum eitt slag av Oscar-heiðursløn í donsku reklamuverðini.

Tilsamans tíggju fyritøkur og teirra lýsingarstovur vórðu heiðraðar. Teirra millum var Atlantic Airways, sum saman við lýsingarstovuni Umwelt fekk silvursteyp fyri lýsingarherferðina Together, ið var at síggja í donskum sjonvarpi í vár.

Gullprísin fekk heiliágsfyritøkan Orifarm. Henni á baki kom føroyska flogfelagið og so fyritøkur sum Danske Bank, TDC, Royal Unibrew, Telia, Danske Spil og TDC.

Dómsnevndin skrivaði í sínum ummæli:

– Atlantic Airways har som udgangspunkt et meget begrænset sortiment og ikke mange parametre at spille på, men alligevel etablerer casen et "Togetherness" univers, som differentierer sig klart fra konkurrenterne i Nordatlanten og i Skandinavien. Der er således tale om et flot stykke arbejde med en vanskelig destination i et vanskeligt marked.

Casen illustrerer, at der også for små midler kan opnås betydelige resultater i en virksomhed, der traditionelt ikke har været særlig markedsorienteret. Casen demonstrerer fin sammenhæng mellem baggrundsanalyse, målsætninger, strategi, gennemførelse og ikke mindst de opnåede resultater.

Det er således juryens opfattelse, at der er tale om en rigtig god case, godt håndværk og et bevis på, at det ikke behøver at være store budgetter, der bærer gode resultater tilbage til virksomheden.

Magni Arge, stjóri, sigur, at viðurkenningin fløvar og er eitt herðaklapp til felagið og starvsfólkini, sum hvønn dag kýta seg at marknaðarføra felagið og Føroyar sum ferðamannaland.

– Heiðurin líkist tí gjøgnumbroti, sum vit í Føroyum hava strembað eftir at fáa í ferðavinnuhøpi uttanlands, sigur hann.