Atlantic Airways valt motorar

Atlantic Airways hevur bílagt CFM56-5B motorar til Airbus 319-flogfarið, sum eftir ætlan verður latið felagnum í 2011. Avtalan varð undirskrivað á Paris Air Show i Fraklandi fyrr í vikuni Nýggja Airbus-flogfarið skal setast i flúgving millum Føroyar og Danmark og fer ætlandi eisini at flúgva til onnur evropisk lond.

- Vit velja hetta slagið av motorum, tí vit halda, at motorarnir geva besta úrslitið, tá vit hugsa um rakstrardygd, tænastu, kostnað og ávirkan á umhvørvið, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Varastjórin i CFM International, Claude Poulain, er eisini fegin.

- Vit fegnast um at hava fingið Atlantic Airways sum nýggjan kunda, serliga í verandi fíggjarliga umhvørvi. Vit stremba eftir at veita Atlantic Airways bestu góðsku og eina vøru heimsflokki, sigur hann

Nýggju motoramir fara millum annað betri at regulera nýtsluna av brennievni. Eitt úrslit av ti verður minni C02-útlát. Motoranir lúka øll umhvørviskrøv, sum altjóða sambandið fyri sivila flogferðslu, ICAO, setti i 2008.

CFM56-5B-motorarnir eru gjørdir hjá CFM-international, sum feløgini Snecma og General Electric eiga hvør sin helming av.